Fríggjakvøldið tapti føroyska manslandsliðið í flogbólti 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi í fyrsta dystinum í Silver League, ið var leiktur í Kópavogi.
Seinnapartin klokkan 17 spæla Føroyar annan dystin í Silver League í Kópavogi, og talan verður um serligar umstøður.
Dysturin verður móti Ísrael.
Av trygdarávum hevur íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.
Tað sama er galdandi fyri dystin millum Ísland og Ísrael, sum verður leiktur í morgin klokkan 16.
Altjóða veddingarfyritøkur hava Ísrael sum ein risastóran favoritt at vinna á Føroyum.
Miðaloddsini upp á sigur til Ísrael eru so lág sum 1,01.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru so høg sum 13,27.