Vit hava nógvar ótroyttar gøtur, sum kunnu skapa ríkidømi til fólkið og land okkara. Vit skulu nýmenna, skapa nýtt úr gomlum og fleiri vinnuvegir. Vit eru ein nalvi í heiminum - um vit lofta møguleikunum.
- Ferð á kreativar vinnur. Filmur, tónleikur, list, sniðskapan, toy- og klædnavirkan, matframleiðsla, telduspøl, forrit, appir. Leiklist. Heilsu- og vælveruvinna. Kreativar vinnur draga ung og arbeiðsmegi til sín og skapa trivnað, eitt meira fjøltáttað vinnulív, inntøkur til samfelagið og arbeiðspláss kring landið.
- Fiskatilfeingi til háprísvøru og granskingardepil fyri mat og rávørur. Heldur enn at útflyta so nógva rávøru, skulu vit menna hágóðsku- og háprísvørur. Vinnan og tað almenna skulu saman fíggja og stimbra gransking og nýmenning av framkomnari framleiðslu av mati og vørum til heimsmarknaðin. Vitan um náttúrutilfeingi, íverksetan og sjálvstøðugt vinnuvirksemi skulu vera partar av undirvísingini frá barnaskúla til hægri lærustovnar.
- Grøna orkuskiftið sum vinnuvegur. Gerast leys av dýrari dálkandi orku. Ein felags verkætlan, har borgarin, landið, kommunur og vinnan øll eru við.
- Fevnandi arbeiðsmarknað. Almennir og privatir arbeiðsgevarar skulu loyva hondum at virka, sum í dag ikki sleppa at gera tað, tey ynskja og evna. Borgarar við skerdum ella øðrvísi førleika. Og tey, sum vilja vera sum longst á arbeiðsmarknaðinum. Trivnaður hjá arbeiðandi fólkinum skapar stór virði.
- Ferðavinnuna sum heilársvinna. Við eisini at selja vetrarføroyar og fáa ráðstevnur, altjóða fundir, ítróttar- og mentanartiltøk til Føroyar. Og matferðavinnu við denti á okkara matmentan og dygdar rávørur.
- Sjóvinna og maritimar vinnur. Marknaðarføra Føroyar sum ein altjóða maritimur tænastu- og útbúgvingardepil. Eitt sjálvsagt val fyri skipaferðsluna í norðurhøvum.
- Sjálvstøðugt land. Komið skipið okkum sum sjálvstøðugt land í javnsettum felagsskapi við onnur lond. Sum uttan forðingar kann gera handilsavtalur, vinna limaskap í altjóða felagsskapum og fáa atgongd til fleiri marknaðir. Uttan tær forðingar, sum stika okkum inni í dag. Virðið av frælsi at virka, er fleiri ferðir ein blokkstuðul.
Ríkidømi skal sjálvsagt koma okkum øllum til góðar!
Greinin kann lesast við teldutalu á www.tjodveldi.fo/bjort
X við E
Bjørt Samuelsen