Skip við norskum vápnum til Póllands tók í botn

- Vit hava ikki fingið nakað at vita um møguligar skaðar á fólk ella útgerð, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Hanne Olafsen, talsfólk hjá norsku verjuni

Farmaskipið, Finlandia Seaways, sum var á veg úr Noregi við norskum vápnum til Póllands, tók í gjárkvøldið í botn í Karmsundinum út fyri Haugesund.

 

Skipið var lastað við loftverjuútgerð, sum skal verða við til at verja Rzeszow-Jasionka flogvøllin í Póllandi, sum liggur nær markinum til Ukraina.

 

Herfyri kom fram, at Noreg skal senda loftverjuútgerð og hundrað herfólk til økið.

 

Sum skilst, er tað eitt nú um henda flogvøllin, at Ukraina fær vápnaveitingar og aðrar veitingar frá sínum sameindu í Evropa.

 

- Vit hava ikki fingið nakað at vita um møguligar skaðar á fólk ella útgerð, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Hanne Olafsen, talsfólk hjá norsku verjuni, við norska kringvarpið NRK.

 

Tað var Forsvarets Forum, sum var fyrst at bera tíðindini um hendingina við farmaskipinum, Finlandia Seaways, sum var í Trøndelag eftir hernaðarútgerðini.