Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken vóru fyri nøkrum umførum síðani staðfestir niðarflytarar úr næstbestu donsku hondbóltdeildini.
Í dag tapti Skovbakken tíggjunda dystin á rað.
Skovbakken spældi í dyst á útivølli móti Tønder. Tønder vann greitt 34-27. Í steðginum var Tønder á odda 15-9, so avrikið hjá Skovbakken í seinna hálvleiki var góðkent.
Skovbakken er næstaftast í deildini við 10 stigum.
Skírisdag klokkan 14 spælir Skovbakken seinasta dystin hetta kappingarárið. Tá taka Niklas og liðfelagarnir móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne, ið stríðast fyri at røkka triðja plássinum, og harvið rættinum um at spæla um uppflyting til bestu deildina.
Støðan:
Nummar | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Grindsted | 25 | 41 |
2 | HC Midtjylland | 25 | 40 |
3 | Skive | 25 | 36 |
4 | HØJ | 25 | 36 |
5 | Team Sydhavsøerne | 25 | 35 |
6 | Aarhus HC | 25 | 32 |
7 | Tønder | 25 | 32 |
8 | FIF | 25 | 20 |
9 | Rækker Mølle | 25 | 20 |
10 | Odder | 25 | 17 |
11 | HC Odense | 25 | 15 |
12 | Vendsyssel | 25 | 10 |
13 | Skovbakken | 25 | 10 |
14 | Køge | 25 | 6 |