Tað var undirhald og flott mál, tá Spania í kvøld vann seg í EM-finaluna við 2-1 sigri á Fraklandi. 16 ára gamli Lamine Yamal, sum spælir við FC Barcelona, bleiv stóra hetjan við avbera góðum máli.
Fyrr í summar mátti Lamine Yamal gera lektiur og fara í skúlaroynd. Í kvøld sparkaði hann Spania í EM-finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2012. Tá var Lamine Yamal fýra ára gamal. Viðmerkjarar sum Gary Lineker og Alan Shearer kalla hann fyri eina komandi heimsstjørnu og í dag víst hann hví.
Tað var annars Frakland, sum kom á odda tíðliga í dystinum. Kylian Mbappé fann snildisliga Randal Kolo Muani. Áleyparin setti pannuna á og skoraði. Nú var ein vandi fyri, at franski verjugarðurin fór at setast aftur og laða fyri egnan brotsteig.
Tíbetur fyri dystin, so tók Lamine Yamal sakina í egnar hendur miðskeiðis í fyrra hálvleiki og sendi ein perlu upp í handara málhorn úr 20 metrum. Besta málið í EM-endaspælinum higartil og eitt mál, sum helst kemur at mynda skúladrongin úr Barcelona í framtíðini.
Bara fýra minuttir seinni vísti Dani Olmo, sum avloysti skadda Pedri, bóltførleika á høgum stigi í brotsteiginum hjá fraklendingum. Hann sneiddi seg leysan og meddaði til. Umvegis ein verjuspælara endaði bólturin í málinum.
Spania hevði munin restina av dystinum og tekniski førleikin á spanska landsliðnum verður ikki tikin. Frakland hevði nakrar málmøguleikar, men millum annað Kylian Mbappé rakti ikki málið.
Spania skal møta Onglandi ella Hollandi í finaluni.
Hálvfinalur:
Týsdagin 9. juli:
Spania – Frakland 2-1
0-1 Randal Kolo Muani, 9
1-1 Lamine Yamal, 21
2-1 Dani Olmo, 25
Mikudagin 10. juli:
Ongland – Holland(20.00)
EM finalan:
Sunnudagin 14. juli
Spania – Ongland /Holland (20.00)