Tað kom óvart á føroyingar, tá ið korona breyt út og vit fingu fyrstu smitaðu fólkini í Føroyum í byrjanini av mars.
Løgmaður, sum saman við samgonguni, tók við valdinum 16.september í fjør, helt sjálvur fyri í nýggjársrøðu síni, at alt sá bjart út, tá ið hugt var inn í 2020.
Virksemi í landinum var stórt og tað gekk væl sum heild, men knappliga kom korona til okkara og føroyingar vóru partur av alheims farsóttini.
- Best sum sólin skein sum bjartast, gjørdist luftin grim og grá – og veðrið skifti, segði løgmaður í síni fyrstu ólavsøkurøðu.
-Tað var ódnarróður. Men áralagið var framúr, semja var um kósina – og øll somul settu á, alt tey vóru ment – fólk, vinna og myndugleikar. Og samgonga og andstøða arbeiddu væl saman.
-Gamlaárskvøld hevði eingin okkara droymt um, hvussu illveðrið fór at herja hetta várið, segði løgmaður í dag.
Løgmaður segði, at hann framvegis ikki ivast í, at vit føroyingar fara at klára hesa avbjóðing, sum vit hava fingið av korona, tí vit standa saman og hava eitt sterkt vinnulív, sum megnar at koma gjøgnum kreppuna.