SMS: Eiðiskvinnur vunnu á verandi FM-vinnarunum

EB gjørdi mentanardagarnar enn betri við at koppa H71 á heimavølli í høllini við Streymin

Brasilska Talita Alves skoraði 10 mál fyri EB (Mynd: Eiðis Bóltfelag)

EB vann í dag í høllini við Streymin ein rimmar 31-30 sigur á verandi FM-vinnarunum í SMS-deildini, H71.

 

Mentanardagar eru í Sunda kommunu í hesum døgum, so sigurin hevur gagnast eyka væl.

 

Í steðginum var H71 á odda 16-14.

 

Tá 80 sekund vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 29-29. Tá eydnaðist EB næsta minuttin at skjóta tvey mál, og harvið leggja seg á odda 31-29. Tá munaði tað ov lítið, at H71 skoraði beint undan dystarenda.

 

Brasilska, Talita Alves var toppskjútti hjá EB við 10 málum. Elsa Egholm var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.

 

EB og H71 hava bæði tvey stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í SMS-deildini.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Brasilska Talita Alves skoraði 10 mál fyri EB (Mynd: Eiðis Bóltfelag)