Fult umfar var í SMS-deildini í dag.
Í kapprenningini um annað plássið eydnaðist tað H71 at vinna 30-24 á VÍF í Hoyvíkshøllini. Í steðginum vóru vestmannakvinnur annars á odda 17-15, men í seinna hálvleiki var H71 greitt omaná.
Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum.
Við sigrinum tók H71 fyribils annaðplássið frá VÍF.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin 23-19 á StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 12-8.
Toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum var Marjun Danberg. Josefine Dyring var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.
Suðuri í Vági vann oddaliðið, Kyndil stórsigur 37-17 á VB. Útiliðið var á odda 19-6 í steðginum.
Við fýra málum hvør vóru Leona K. Djurhuus og Krista M. Leo toppskjúttar hjá VB. Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við heili 14 málum.
Í kapprenningini um sætta plássið og FM-fjórðingsfinaluplássið vann Stjørnan í einum málríkum dysti í høllini á Eiði 37-33 á EB. Klaksvíkskvinnur vóru frammanfyri 14-12 í steðginum.
Silja G. Eystberg var stórskjútti hjá EB við 12 málum. Stjørnan hevði tveir stórskjúttar i dag. Tóra Eliasen við 11 málum og Jancy J. Poulsen við 10 málum.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##