Tveir dystir í SMS-deildini byrjaðu tíðliga seinnapartin í dag.
Í høllini á Hálsi í Havn vunnu kyndilskvinnur 32-28 á Stjørnuni. Í steðginum var Kyndil tepurt á odda 16-15.
Kyndil helt leiðsluna allan seinna hálvleik. Tað nærmasta Stjørnan var við støðurnar 19-18 og 26-24.
Toppskjútti hjá Kyndli var sum ikki einaferð, Turið Arge Samuelsen. Hesaferð skoraði Turið 11 mál. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Durita Ljósstein Johansen við sjey málum.
Í høllini á Skála vann StÍF 35-30 á VÍF. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 20-16.
Toppskjútti hjá StÍF var Marita Magnadóttir við 12 málum. Fríða Nolsøe Olsen skoraði 10 mál fyri VÍF.
Klokkan 15 byrjaði dysturin í Vágshøll millum VB og H71, og somu klokkutíð byrjaði dysturin millum EB og Neistan í høllini á Eiði.
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Kyndil-Stjørnan 32-28 (16-15):
##med2##
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-VÍF 35-30 (20-16):
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 10 | 313 | 250 | 63 | 18 |
NEISTIN | 9 | 286 | 214 | 72 | 16 |
STÍF | 10 | 296 | 292 | 4 | 12 |
VÍF | 10 | 306 | 286 | 20 | 10 |
H71 | 9 | 279 | 259 | 20 | 10 |
STJØRNAN | 10 | 255 | 295 | -40 | 6 |
EB | 9 | 227 | 284 | -57 | 3 |
VB | 9 | 221 | 303 | -82 | 1 |