Ein dystur var í kvøld leiktur í 16. leikumfarinum í SMS-deildini.
Í KÍ-høllini í Klaksvík tók Stjørnan móti VÍF.
Dysturin endaði við 28-24 sigri til VÍF. Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkskvinnur omaná, og í steðginum var Stjørnan á odda 13-10. Í seinni hálvleik fingu vestmannakvinnur høvdið fyri seg, og vunnu tær seinna hálvleik 18-11, og harvið dystin 28-24.
Durita K. Ljósstein var stórskjútti hjá Stjørnuni í kvøld. Hon skoraði heili 15 av 24 málum hjá Stjørnuni.
Fríða Nolsøe Olsen var eisini stórskjútti hjá VÍF. Fríða skoraði 14 av 28 málum hjá VÍF.
HER ber til at síggja dómaraseðilin og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##