Í dag verða tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi. Spania og Frakland hava vunnið seg víðari. Í dag spæla Ongland og Sveis klokkan 17, og Holland og Turkaland klokkan 20. Hetta er upptaktin til dystin millum Ongland og Sveis.
Ongland – Sveis (17.00)
Leikvøllur: Merkur Spiel-Arena, Düsseldorf
Dómari: Daniele Orsato, Italien
Sjónvarp: TV2
Stóra søgan úr Onglandi er, at Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjari, helst fer at broyta spælskipan til dystin móti Sveis. Orsøkin er bæði vánaligu avrikini, men eisini leikbannið hjá miðverjanum, Marc Guehi. Tí fer hann at royna seg við trimum í miðverjuni í dag. Kritikkurin hevur heglað omanfyri enska landsliðsvenjaran. Størsti kritikkurin er, at hann spælir alt ov lítið hyggjaravinarligan fótbólt.
Sveis hevur víst styrki og samanhald til EM-endaspælið. Tað eru tey, sum nærmast vænta at Sveis vinnur. Sveis vísti eisini styrki til EM-seinast, tá teir vunnu á táverandi heimsmeistarunum úr Fraklandi.
Um forsøgnirnar halda, so verða tað tvey lið við trimum miðverjum, ið møtast. Onnur halda, at Ongland skal halda fast í síni spælskipan, ið hevði givið teimum yvirtal á síðunum. Tað verður óiva spennandi til tað seinasta, men spurningurin er um tað verður undirhaldandi?
Væntaðar upstillingar:
Ongland: Pickford; Walker, Stones, Konsa; Trippier, Mainoo, Rice, Shaw; Foden, Bellingham; Kane
Leikbann: Guéhi
Sveis: Sommer; Schär, Akanji, Rodríguez; Widmer, Xhaka, Freuler, Aebischer; Ndoye, Embolo, Vargas