Spania hevur vunnið EM fyri fjórðu ferð. Tað gjørdu teir við einum 2-1 sigri á Onglandi í finaluni, sum bleiv spæld í Berlin í Týsklandi í kvøld. Nico Williams og innskifti Mikel Oyarzabal skoraðu málini fyri Spania, meðan innskifti Cole Palmer skoraði fyri Onglandi.
Tá vóru fá óvæntaði ting í uppstillingunum undan dystinum. Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjari, hevði Luke Shaw við frá byrjan. Vinstri bakkurin hjá Manchester United hevur annars verið skaddur meginpartin av kappingini, men alternativið er ein høgri bakkur.
Hjá Spania var framvegis ongin Pedri við á miðvøllinum. Hann bleiv skaddur fyrr í kappingini, men Dani Olmo hevur av álvara tikið av møguleikanum í hansara stað. Spania kom á odda heilt tíðliga í seinna hávleiki.
17 ára gamli Lamine Yamal spældi vongin í vinstru, Nico Williams, leysan. Hesin takkaðu fyri og sendi bóltin í handara síðunet. Málið kom væl við, tí í hálvleikinum mátti Rodri av vøllinum. Miðvallarin hjá Manchester City hevur verið tann besti í heiminum á hasum plássunum í nøkur ár nú.
Ongland kom ikki við einum aftursvarið, fyrr enn smáskaddi Harry Kane og ósjónligi Kobbie Mainoo, fóru av vøllinum. Ein av teimum, sum kom inn var Cole Palmer. Hann javnaði við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið eitt stórt korter fyri tíð.
Eina løtu droymdu onglendingar um, at fótbólturin endiliga kom heim, men sum klokkan gekk fingu spaniólar aftur fatur á bóltinum. Tað endaði við einum innleggi frá Marc Cucurella, sum innskifti Mikel Oyarzabal prikaði í kassan.
Hetta er fjórðu ferð, at Spania vinnur EM. Teir vunnu tað í 1964, 2008, 2012 og nú eisini í 2024. Onglandi hevur enn ongantíð vunnið eitt EM-endaspæl. Hetta er aðru ferð upp í slag, at Ongland tapur í finaluni.