Stýrisskipanarlógin sigur, at nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag klokkan 14.
Soleiðis verður eisini í dag og tá fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hald sína seinastu løgmansrøðu í hesum valskeiðinum,
Spenningur er eisini um hann fer at útskriva val til Løgtingið at vera leygardagin 31.august. Tað erjúst hendan dagin hann áður hevur sagt, at hann fer at brúka til valdag.
31.august er eisini seinasti møguligi dagurin at halda val, tí 1. september, sum annars er fýra ára dagruin, er sunnudagur og tá er ikki loyvi at halda val í Føroyum.
Spurningurin er tí meira um valið verður útskrivað í dag. Løgmaður kann bíða til leygardagin, men ivasamt er um hann ger tað.
Ein spurningur, sum hevur tikið seg up er spurningurin um viðgerðina av ólavsøkurøðuni. Stýrisskipanin sigur, at viðgerðin skal vera í seinasta lagi seks dagar eftir at ólavsøkurøðan er hildin.
At val er útskrivað á ólavsøku er aðru ferð í nýggjari tíð. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður gjørdi tað sama í 2015. Tá var ongin reel viðgerð av røðuni, tí ongin bað um orðið.
Hvussu verður í dag, er enn óvist, tí afturat viðgerðini av ólavsøkurøðuni, er trý uppskot í tinginum um fiskidagarnar hjá bátunum í bólki 5b.
Tingformaðurin avger í dag - eftir at hava tosað við flokkarnar, - hvat skal henda í tinginum kkomandi dagarnar.