Sambandsflokkurin hevur seinasta valskeið raðfest føroysku vælferðina meir enn nakrantíð. Heilsumál hava verið raðfest við 322 mió. kr. og til komandi valskeið vil flokkurin framhaldandi raðfesta heilsumál. Ítøkiliga vilja vit, at eingin skal bíða longri enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð, samstundis sum viðgerðartrygd fyri lívshættisligar sjúkur skal verða lógartryggjað.
Lógarfest viðgerðartrygd til nýggja krabbameinsætlan er eitt ítøkiligt úrslit frá seinasta valskeiði, umframt at bíðitíðin fyri útgreining av ADHD fór úr 48 mánaðum niður í 20 mánaðir - enn er langt mál, men Sambandsflokkurin vil tryggja, at málið verður rokkið.
Sambandsflokkurin ynskir eitt trygt samfelag til tey, ið hava brúk fyri hjálp.
Raðfestingin av føroyska heilsuøkinum er staðfest, og Sambandsflokkurin tryggjar føroysku vælferðina best.
Vel trygga vælferð - vel Sambandsflokkin
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum