Stefan og liðfelagarnir taptu greitt á heimavølli

Sligo Rovers er triðaftast í bestu írsku fótbóltsdeildini

Stefan Radosavljevic var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Sligo Rovers tóku móti Bohemians á heimavølli í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Tað hilnaðist illa hjá Stefani og liðfeløgunum. Bohemians vann greiðan 3-0 sigur. 

 

Bohemians legði seg á odda longu í øðrum minutti, og tá 35 minuttir vóru leiktir øktu teir til 2-0. Tá ein tími var leiktur staðfesti útiliðið sigurin.

 

Sligo er triðaftast í deildini við 18 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri Drogheda, ið hevur 15 stig. Liðið sum endar næstaftast skal við lokið kappingarár spæla móti liðnum, sum endar næstfremst í næstbestu deildini.

 

Stefan sum skoraði fimm mál í 31 dystum fyri Sligo farna kappingarár hevur enn ikki skotið fyrsta málið hetta kappingarárið. Seinastu fimm dystirnar hevur hann tó fingið nógva spælitíð. Og í kvøld gjørdust minuttirnir 87 í tali. 

 

Komandi fríggjakvøld hevur Sligo torføran útidyst móti Derry City, ið er næstfremst í deildini við 30 stigum.