Stjórar í donskum virkjum í Russlandi hóttir við fongsling

Fleiri donsk virki í Russlandi hava havt vitjan av trygdartænastuni hjá Putin, skrivar Brelingske

 

Tvey leiðandi starvsfólk hjá Carlsberg í Russlandi eru handikin og í vanda fyri at fáa drúgva fongsulsrevsing

Russiska trygdartænastan FSB hevur hótt stjórar í donskum virkjum í Russlandi við fongsling. Tað upplýsa tríggjar keldur við drúgvum royndum úr russiska vinnulívinum fyri Brelingske.

– Vit vita, at í øllum førum fýra donsk virki hava havt vinaliga vitjan ella eru kallað til fundar við FSB. Har tey frá russiskari síðu hava roynt at siga greitt, hvat tey kunnu góðtaka, sigur Aage V. Nielsen við Brelingske.

Hann er fyrrverandi næstformaður í felagsskapinum Danish Business Club í Moskva og nevndarlimur í evropiska felagnum av sama slag, Association of European Business.

Tvey leiðandi starvsfólk í dótturfelagnum hjá Carlsberg í Russlandi, Baltika, vórðu í november handtikin og kunnu fáa fongsul í upp til tíggju ár fyri at hava hjálpt Carlsberg við at flyta ein part av virkseminum hjá felagnum út úr Russlandi.

Í Russlandi kunnu stjórar og onnur í leiðandi størvum í feløgum í størri mun enn her hjá okkum dragast til svars.

Til dømis kunnu stjórar í deildum fáa ábyrgdina fyri at fara á húsagang við vilja, um eitt virki velur at taka seg helt úr Russlandi, skrivar Berlingske.

Carlsberg hevur í samrøðu við Børsen upplýst, at virkið hevur havt vitjan av einum embætismanni á skrivstovuni í Sankta Pætursborg. Við Finans.dk hevur Vestas upplýst, at stjórar í Russlandi hava havt vitjan av FSB, skrivar Berlingske.

Berlingske skrivar, at tvær keldur hava upplýst blaðnum, at tvey virki afturat í Russlandi hava havt vitjan av trygdartænastuni.

Tey bæði ónevndu virkini virka enn í Russlandi, og tí nevnir blaðið ikki virkini við navni, tí tað kann seta starvsfólkið í vanda.

Annað av virkjunum kann hvørki vátta ella avsannað upplýsingarnar hjá Berlingske, meðan hitt vísir aftur serliga uppmerksemi frá russiskum myndugleikum, skrivar blaðið.

/ritzau/

 

 

Tvey leiðandi starvsfólk hjá Carlsberg í Russlandi eru handikin og í vanda fyri at fáa drúgva fongsulsrevsing