Jens Stoltenberg ávarar Kina

- Kina kann ikki rokna við góðum viðurskiftum við Evropa og samstundis stuðla russisku krígsførsluni Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin.

- Tað er Kina, sum heldur gongd í russiska krígsbúskapinum, sigur Jens Stoltenberg.

Tá kinesiski forsetin, Xi Jinping, var í Evropa í vikuni, endurtók hann lyftini um, at Kina fer ikki at stuðla Russlandi við vápnum ella hernaðarútgerð.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur við norska kringvarpið NRK, at tað er Kina, sum heldur gongd í russiska krígsbúskapinum.

 

- Kina er týdningarmiklasti handilspartnari hjá Russlandi, sigur hann.

 

Jens Stoltenberg sigur, at Kina kann ikki rokna við bæði at hava góð viðurskifti við Evropa, samstundis sum landið heldur fram við at stuðla russisku krígsførsluni í Ukraina.

 

Nato-aðalskrivarin vísir á, at hóast Kina ikki letur Russlandi liðug vápn, er Kina veitari av øllum, sum skal til fyri at framleiða vápn í Russlandi.

 

- Kina kann ikki í longdini fáa upp í posa og sekk. Landið kann ikki rokna við góðum viðurskiftum við Evropa og samstundis stuðla russisku krígsførsluni í Evropa.

 

Í samrøðu við NRK leggur Jens Stoltenberg aftrat, at russiska krígsførslan í Ukraina er størsta hóttanin móti friði og stabiliteti í Evropa.

 

 

 

- Tað er Kina, sum heldur gongd í russiska krígsbúskapinum, sigur Jens Stoltenberg.