Stutt flutt framleiðsla - grønt og burðardygt!

Framleiðsla av grønmeti er eitt spennandi og gevandi yrki, bæði fyri tann, ið ger arbeiði, men eisini fyri tey, ið njóta vøruna.

 

 

 

Hví verður ikki gjørt meira við hetta í Føroyum?

 

 

 

Vit innflyta fleiri hundrað tons um árið av eplum, rótum, káli, o.ø. ið kann grógvast í landinum, men áhugin at gera tað er minni stórur.

 

 

 

Sannleikin er nokk tann, at áhugin hjá landinum er ikki stórur, tá talan er um at stuðla føroyskari framleiðslu.

 

 

 

Vit hava nøkur festi, sum átakað sær at framleiða, men hetta er ein ótrúliga tungur partur at hava við at gera. Frá tí degi fræi er sátt, skalt lúkast, dúkar leggjast á osv.

 

 

 

Tøknin innan grønmeti er eisini framkomin í Europa, men vit eru komin ov stutt í Føroyum.

 

 

 

Eg sjálvur havi so stóra virðing fyri teimum, ið gera sítt við at velta, og gera møguleikan hjá okkum í landinum at royna burðardygt grønmeti, ið er gjørt í landinum. - Stutt flutt, einki plastikk, og burðardygt.

 

 

 

Eg hevði arbeiði á Sandi burturav í Veltuni, ið lærdi meg nógv um burðardygd og hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu framleiða. 

 

 

 

Vit hava ein búnaðargrunn, búnaðarstovn, umhvørvisstovu og aðrar almennar stovnar, ið kundu tiki hetta meira í álvara. - Vit hava serkøn fólk í landinum, ið fáast við hetta til dagligt, men áhugin at gerast enn betur og stuðla er ov lítil.

 

 

 

Hevði landi stuðla við royndum, soleiðis at ein og hvør ikki í sínum lag skal royna í fleiri ár at vita, hvat kolrabifræ riggar best, ella nær kinakál skal sáast, men heldur at ein stovnur gjørdi hetta arbeiði, soleiðis at tað var klárt hjá teimum, ið ynskja hetta sum eitt arbeiði, ella eitt eyka arbeiði í einum festi sum dømi. 

 

 

 

Vit hava ráð at ofra meira uppá hetta, brúka pening fyri at læra okkum at gerast enn betur.

 

 

 

Hyggja vit eftir prísinum á eplum, kjøti, jarðberum, og so mangt annað, ja so er munurin ikki stórur longur á skjótt pressaðari massaproduktion, flutt úr heiminum til okkum, og tí burðardygga vit hava í Føroyum, lítil og eingin.

 

 

 

Hetta gevur eisini arbeiðspláss, meira rakstur til festi, og samstundis sum heild verða meira velt økir tøk. 

 

 

 

Tað ber til, men viljin frá landsmyndugleikum má vera betur. - Vit stuðla landbúnaðin í dag við 19 mió. kr., harav 16 mió. kr. fara til mjólkastuðul. 

 

 

 

Hetta er nakað, sum eg ætli mær at arbeiði nógv fyri, um eg verði valdur 8. desember 2022.

 

 

 

Haraldur Símunarson Hammer,

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið