Tað skal loysa seg at taka eina hond í, men í ávísum førum hava vit skipanir, ið mótarbeiða hesum, har samfelagsbólkar, sum hava tørv á eini eyka krónu, verða skattaðir ella trektir so órímiliga hart, at tað tekur arbeiðshugin frá teimum. Hetta skal broytast
Vit gleðast um, at arbeiði er til so at siga allar hendur. Ein fast-track skipan er gjørd, soleiðis at fólk úr londum uttan fyri ES kunnu koma skjótari inn í landið at taka eina hond í, har ongar føroyskar hendur eru tøkar.
Samstundis eru tíverri fleiri føroyingar, ið verða skattaðir ella trektir so hart, at tað loysir seg ikki hjá teimum at taka eyka tøk, um teir hava hug til at taka eina hond í.
Talan er ymiskar bólkar so sum pensionistar, ið verða mótroknaðir í pensiónini. Eisini hava vit fólk, ið sigla og arbeiða uttanlands, sum eru undir øðrum skattaskipanum, ið verða hart skattaði frá fyrstu krónu.
Lesandi verða mótroknaði í lestrarstuðlinum, um tey forvinna ov nógv.
Hesar skipanir eggja ikki til, at vit fáa brúkt tað tilfeingi av arbeiðsorku, sum er í fólkinum, Føroya landi at frama.
Tað er komið at mørkum!
Skattastigin má regulerast, soleiðis at vanligar lønarbroytingar ikki eggja til, at fólk arbeiða minni vegna hægri skatt.
Er hetta eisini tín meining, so er Sambandsflokkurin rætti flokkurin fyri teg.
Hesum vil eg stríðast fyri, fái eg álit veljarans 8. desember.
Frimodt Rasmussen
valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið