Sveis sum føroysku hondbóltskvinnurnar møta í søguliga fyrsta endaspælsdystinum í Sveis komandi fríggjadag klokkan 17, spældu í kvøld venjingardyst móti Íslandi, ið okkara vóru í undankappingarbólki saman við.
Venjingardysturin millum Sveis og Ísland var spældur í Basel, har Føroyar spæla um júst eina viku.
Sveis vann dystin tepurt 30-29. Í steðginum var Sveis á odda 18-16.
Sambært handbolti.is legði Sveis hart út, og legði seg á odda 10-4. Men íslendska liðið fótaði sær og gav heimaliðnum ein skarpan gang, og tað var sambært íslendsku heimasíðuni bert ein hársbreidd frá, at Ísland megnaði javnleik.
Okkara taptu 23-28 (12-11) og 20-24 (8-12) fyri Íslandi, har føroysku leikararnir brendu nógvar málmøguleikar. Leikliga kendist tað tó sum okkara vóru ikki langt frá Íslandi.
##med2##