Sverri er ein fyrimynd fyri Føroyar

Miðvingurin hevur tryggjað sær pláss í finaluni - hann røkkur sínum málum

Tað var úrmælingurin úr Miðvági, rógvarin Sverri Sandberg Nielsen, sum fekk høvuðsleiklutin í ólavsøkurøðu løgmans í ár.

 

Løgmaður helt fyri, at Sverri Nielsen er komin so langt, tí hann alsamt spyr seg sjálvan, hvat hann møguliga kann gera uppaftur betri.

 

Hann hevur vunnið sær pláss í OL-finaluni - spurningurin er hvussu langt tað ber.

 

Bárðúr á Steig Nielsen samanbar føroyska ssamfelagið við rógvaran og helt, at vit eisini alla tíðin eiga at spyrja okkum sjálvi sama  spurning, sum rógvarin  spyr seg sjálvan.

 

Í ólasøkurøðu síni vísti løgmaður á nøkur viðurskifti, sum eru vorðin betri hesi seinastu árini, men vísti samstundis á, at nógv er eftir at gera.

 

Hann fegnaðist um tað, sum hendir á mentunnarpallinum og at endaliga  ferð er komin at byggja tjóðleikhús á Bursatanga. Hann vísti á áhugan frá stórveldunum fyri Føroyum og Arktis og hann fegnaðist um at væntandi verður koyrandi gjøgnum tunnil til Suðuroyar áðrenn vit skriva 2030.

 

Hann nevndi orkuskifti, men kom tó ikki beinleiðis inn á, hvussu seint hetta gongur. Vit økja framvegis um CO2 útlátið og  tað tykist torført at fáa vindmyllur settar upp nóg skjótt.

 

Gongd í haga var heldur ikki beinleiðis í røðuni, hóast hetta er eitt mál, sum als ikki flytur seg.

 

Koronaðtíin hevur rakt hart, helt løgmaður, men nú sæst ljós fyri framman. Hann heitti á øll um at koppseta seg, so vit skjótast møguligt fáa eina floksverju og ferð av álvara kann setast á aftur samfelagið..

 

Nú løgmaður helt røðu í tingiinum, eru bert tvey ár eftir, til vit aftur hava løgtingsval. Mál eru eftir hjá samgonguni at loysa, men tíðin styttist skjótt.

 

Løglistin vísir okkum hvørjar konkretar uppgávur, samgongan raðfestir í hesi tingsetuni.

 

Fertð skal setast á, ætlar løgmaður at fylgja við Sverra Sandberg Nielsen.