Skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, veit í dag at siga, at Ísrael nú hevur fingið ein lista yvir gíslar, sum skulu leyslatast í morgin.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.
- Hamas skal lata leysar fleiri ísraelskar gíslar sambært vápnahvíldaravtaluni, og á hinari síðuni skal Ísrael lata fleiri palestinskar fangar leysar.
Í gjár kom annars fram, at fleiri av gíslunum, sum Hamas hevur í varðveitslu í Gazageiranum, eru deyðir, meðan teir hava verið í fangilsi síðan oktober 2024.
Lesið eisini: Átta gíslar sum skuldu leyslatast eru deyðir - https://www.in.fo/news-detail/atta-gislar-sum-skuldu-leyslatast-eru-deydir