Tað er tí vit búgva her - 50 mió. beinanvegin til mentan og mál og list

Tað er eitt dagligt bragd, at meira enn 42 ættarlið hava skapað tjóð í hesum landi. Egið mál, mentan og list. Mentan og list eru grundarlagið undir okkara samfelag og samleika og menning. Tað er tí vit búgva og liva her.

 

 

 

Tjóðveldi hevur í síni valskrá sjálvsagt brúkt drúgva tíð til mentan og mál og list. Vit mugu og skulu gera veruligar satsingar á mentanar- og listaøkinum – og fyri at menna føroyskt mál. Í fyrsta umfari skulu 50 mió. setast av eyka.

 

 

 

Millum ítøkiligu málini eru hesi:

 

 

 

  • Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
  • Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til tónleikagrunn, týð­ara­grunn, miðla­grunn og filmsgrunn.
  • Tónleikaútflutningsstovan verður styrkt.
  • Øll børn, sum ynskja tað, skulu hava møguleikan at vera tikin upp á Musikkskúlanum.
  • Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, løn­ar- og eftirlønarviðurskifti, og yrkistafólki skulu hava møguleikan at hava sam­an­sett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.
  • Ein skipan lík musikkskúlaskipanini skal gerast fyri aðra list: Myndlist, ritlist, sjónleik, film, dans og skapandi list sum heild.
  • Vit skulu styrkja føroyska dansin í skúla og undirvísing sum heild.
  • Vit skulu orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.
  • Styrkja søvnini og mentan­ar­virk­semið sum heild – harundir bókasøvnini.
  • Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.
  • Ítrótturin skal hava styrkt fíggjarligt grundarlag. Bæði til at fáa fleiri við, styrkja breiddina og til altjóða luttøku og arbeiði.
  • Kringvarpið og privatir miðlar skulu styrkjast til tess at tryggja fólkaræðið og kritiska viðgerð av valdinum.

 

 

 

Føroyar á føroyskum

 

Tað krevst dagligt stríð at menna okkara mál.Politiskt hava vit í mong ár verið dølsk og ikki framt miðvísan málpolitikk:

 

  • At alt undirvísingartilfar í fólkaskúla og miðnámi skal vera dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.
  • At fleirfalda útboðið av føroyskum barna- og ungdómstilfari í miðlunum (serliga teim talgildu) - í livandi myndum, spølum, v.m.
  • At føroyskt kann veljast sum brúkaramál á týdningarmestu talgildu pallunum
  • At Kringvarpið sendir alt sjónvarps- og talgilgt tilfar á føroyskum ella við føroyskaðum grundarlag
  • At føroyskur tekstur er ein valmøguleiki á stroymingartænastum, Google o.s.fr.
  • At fleirfalda stuðulin til føroyskar bókmentir og aðra list og mentan á føroyskum.