Tað verður Holland ella Ongland

EM24: Tað verður antin hollendskur total fótbóltur ella enskur “kick and rush” fótbóltur, sum vinnur

Í kvøld klokkan 20 verður onnur hálvfinalan í EM-endaspælinum í Týsklandi. Spania vann seg í gjár í finaluna við 2-1 sigri á Fraklandi. Mótstøðuliðið verður antin Holland, sum er kent fyri at spæla sokallaðan ”total-fótbólt” ella Ongland, ið er kent fyri sín ”kick and rush” fótbólt – sum hvørki byggir á teknik ella tol.

 

Holland – Ongland (20.00)

 

Leikvøllur: Signal Iduna Park, Dortmund

 

Dómari: Felix Zwayer, Tyskland

 

Sjónvarp: TV2

 

Holland hevur eitt mál um at endurvinna EM á týskari jørð, eftir EM-sigurin í 1988. Tað ber enn til. Holland hevur ein sterkan verjupart enn er líkt til, at álopið megnar at skjóta mál. Cody Gakpo og Memphis Depay verða ikki roknaðir sum superstjørnur, men á einum góðum degi kunnu teir gera mun.

 

Tað er serliga í verjuni, at Holland kann vinna dystin. Miðverjan telur eina heila hond av spælarum á hægsta stigi í Evropa. Cody Gakpo, Xavi Simons og Virgil van Dijk eru á listanum hjá veddingarfyritøkunum sum spælarar, ið kunnu vinna heitið sum besti spælari í kappingini. Tað verða avrik, sum hava vunnið teimum slíkan heiður, ið skulu til um Holland skal vinna

 

Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjari, heldur fyri at enska spælið er meira frígjørt nú. Onkur miðil skrivar, at spælararnir hava hugnað sær meira hesar seinastu dagarnar og tað hevur ávirkað stemningin í hópinum.

 

Í verjuni eru Marc Guéhi (leikbann) og Luke Shaw (skaði) við aftur og tað ger mun, tí onglendingar eru veikastir í verjuni. Longur frammi sær út til at Kobbie Mainoo, nýggja stórtalentið hjá Manchester United, hevur vunnið sær pláss á miðvøllinum.

 

Tað er ein ávís søga millum Holland og Ongland frá 90 unum. Serliga tiltikin er ein støðan frá dystinum teirra millum í HM 1994 undankappingini, har Ronald Koeman fellur ein púra leysan onglending í avgerandi dystinum.

 

David Platt verður hálaður umkoll ábrotsteigarmarkinum og innum. Tað burdi verið reytt kort og brotsspark, men núverandi venjarin hjá Hollandi fær bara gult kort og dómarin sigur fríspark. Enskt filmslið er við á bonkinum hjá Onglandi, sum gera Graham Taylor, sála, ævigan í fótbóltssøguni við dokumentarinum "Graham Taylor: An Impossible Job".

 

Ronald Koeman takkaði fyri og sendi Ongland úr HM-undankappingini við sjálvur at skora fríspark í hinum endanum seinni í dystinum. Liðini møttust aftur til EM í Onglandi í 1996. Her vann Ongland 4-1 í einum dysti, sum verður mettur at vera ein tann besti hjá Onglandi nakrantíð í EM-søguni.

 

Vinnari av hálvfinaluni í kvøld skal spæla móti Spania sunnukvøldið klokkan 20 í sjálvari EM-finaluni.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Holland: Verbruggen; Dumfries, De Vrij, Van Dijk, Aké; Schouten, Simons, Reijnders; Malen, Depay, Gakpo

 

Ongland: Pickford; Walker, Stones, Guéhi; Saka, Mainoo, Rice, Shaw; Bellingham, Foden; Kane

 

Hálvfinalur:

 

Týsdagin 9. juli:

 

Spania – Frakland 2-1

 

0-1 Randal Kolo Muani, 9

 

1-1 Lamine Yamal, 21

 

2-1 Dani Olmo, 25

 

Mikudagin 10. juli:

 

Ongland – Holland(20.00)

 

EM finalan:

 

Sunnudagin 14. juli

 

Spania – Ongland /Holland (20.00)