Tær á Títlingi vunnu á ólavsøku

Barnaróður gentur: Men í FM kappingini er Skansin, sum í dag endaði næstfremst, vinnari

Í barnaróðrinum hjá gentum eigur Havnar Róðrarfelag bæði FM vinnaran og vinnaran á ólavsøku, men tað er ikki sami bátur, sum í dag vann, og sum er FM vinnari.

 

FM vinnari í barnaróðrinum hjá gentum er Skansin. Harvið eru tað genturnar umborð á Skansanum, sum eru bestar í summar í hesi kappingini.

 

Í dag var tað Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fyrstur á mál. Kappingin við FM vinnararnar umborð á Skansanum var øgiliga stór. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin 00.18.

 

Í FM kappingini endaði Títlingur á bronsuplássinum, og Sílið endaði á silvurplássinum.

 

Í dag var Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag frammanfyri Sílið í kappingini um bronsuplássið. Endaspurturin hjá Sævarmoy var stak góður.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo