Tamara á Roskilde: – Hatta var so sjúkt at uppliva

– Eg bleiv so rørd, sigur Tamara Mneney um konsertina, hon spældi á Roskilde Festivalinum mánadagin.

Tamara á palli mánadagin (Mynd: Rasmus Kongsgaard)

– Eg havi aldrin upplivað nakað so gott í mínum lívi.

 

Soleiðis sigur 24 ára gamla Tamara Mneney, lítla løtu aftaná hon hevur spælt á Roskilde Festivalinum, sum er størsti tónleikafestivalur í Danmark.

 

Nógv fólk vóru komin at hoyra r&b-sangarinnuna úr Fuglafirði. Hon spældi á Gaia, sum er pallurin, har serliga ung talentir – ella spírar – sleppa framat. 

 

– Har var so smekk fult. Eg bleiv so rørd. Stemningurin var so góður, og fólk sungu ordiliga við til sangirnar. Tað var so sjúkt at uppliva...

 

Les longri samrøðu við Tamaru í nýggjasta Sosialinum, sum kemur út í dag.

 

Tamara á palli mánadagin (Mynd: Rasmus Kongsgaard)