TB fær bót – úrslitið stendur við

Aðalskrivstovan hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum

Heimavøllurin hjá TB við Stórá í Trongisvági - Mynd: Hans Erik Danielsen

Aðalskrivstovan hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum um eina útskifting, sum fór óregluliga fram í dystinum millum TB og B71 í 1. deild hjá monnum. Niðurstøðan er, at TB fær bót, meðan úrslitið av dystinum stendur við, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Tað var í dystinum í 1. deild hjá monnum millum TB og B71 leygardagin 5. oktober, at dómarin aftaná dystin gjørdi Kappingardeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya varuga við, at ein útskifting var farin fram, ið ikki átti at verið loyvd.

 

Reglurnar siga, at eitt lið kann fremja í mesta lagi fimm útskiftingar í einum dysti, og at hesar skulu gerast í í mesta lagi trimum steðgum, umframt í hálvleikinum, ið ikki telur sum ein steðgur.

 

Í nevnda dysti gjørdi TB eina útskifting í 96. minutti. Leikarin, ið varð skiftur inn, var lógligur leikari, men TB hevði longu brúkt sínar tríggjar loyvdu steðgir til útskiftingar. Tí var hesin fjórði steðgurin til útskifting ikki í trá við galdandi reglur.

 

Hvørki feløg ella dómari vóru varug við mistakið, fyrr enn dómarin, nakað eftir loknan dyst, ger vart við, at hann ikki fær skrásett fjórðu útskiftingina hjá TB í Comet skipanini (talgild skipan til dómaraseðlar).

 

Hægst loyvda tal av innskiftum leikarum er fimm spælarar. Talan er í hesum førinum um fjórða spælaran, sum verður skiftur. Staðfestast kann tí, at spælarin undir øllum øðrum umstøðum lógliga kundi komið inn á vøllin.

 

B71 kærdi, samstundis sum TB er hoyrt í málinum, og síðani hevur aðalskrivstovan, í samráð við kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt dómarafrágreiðingina, kæruna frá B71, og hoyringsskrivið frá TB.

 

Aðalskrivstovan hevur eftirkannað, um líknandi fordømi eru í okkara grannalondum, har reglan við fimm útskiftingum í trimum steðgum er galdandi. Og hóast talan er um fyrsta mál av hesum slag í føroyskum fótbólti, so finnast í øllum føri trý fordømi úr Noregi, Svøríki og Íslandi, sum líkjast hesum málinum, og í hesum trimum málunum hevur úrskurðurin verið, at úrslitið av dystinum hevur staðið við.

 

Útfrá fyriliggjandi upplýsingum í málinum hevur aðalskrivstovan hjá FSF avgjørt, at TB fær eina bót upp á 5.000 krónur fyri ein fyrisitingarligan feil, meðan úrslitið av dystinum, sum var 2-1 til TB, stendur við.

 

Heimavøllurin hjá TB við Stórá í Trongisvági - Mynd: Hans Erik Danielsen