Europa Cup: Team Klaksvík tapti við 11 málum

Klaksvíkingar brendu alt ov nógvar málmøguleikar móti RK Sloboda

Atgongumerki til fyrsta dystin hjá Team Klaksvík í evropeiskari kapping

Team Klaksvík hevur í kvøld skrivað søgu við at spæla tann fyrsta dystin nakrantíð í einari evropeiskari kapping.

 

Team Klaksvík tapti niðri í Bosnia 19-30 fyri RK Sloboda í tí sum tekniskt var heimadysturin hjá Team Klaksvík. 

 

Í steðginum var RK Sloboda á odda 15-7.

 

Team Klaksvík brendi 28 av 47 málmøguleikunum, og tað kostaði dýrt tá samanum kom.

 

RK Sloboda hinvegin skoraði upp á 30 av 41 málmøguleikum.

 

Liðini spæla aftur sunnudagin niðri í Bosnia Hersogovina. Dysturin byrjar klokkan 14. 

 

Team Klaksvík-RK Sloboda 19-30 (7-15) - Europa Cup 1. umfar, fyrri dysturin

 

Team Klaksvík: Brian Slyne 6/13, Beinir Johannesen 4/5, Jens Pauli Poulsen 3/6, Suni E. Dalsgaard 2/6, Dánjal Kjærbo 1/1, Ludvík Súnason 1/3, Juraj Fistonic 1/3, Nikolai Bliznov 1/4. 

 

David Henigman hevði eitt bjargingarprosent upp á 17,65 prosent, sambært Eurohandball. 

 

Atgongumerki til fyrsta dystin hjá Team Klaksvík í evropeiskari kapping