Politiið hevur fingið fráboðanir um, at ein sokallaður BEC-Fraud teldupostur er sendur til fleiri føroyskar fyritøkur. Í teldupostinum, ið tykist koma frá leiðaranum á fyritøkuni, verða tey á føroyskum biðin um at gera eina skundflyting á 9.700 EUR til Italia.
– Vit mæla øllum, ið hava fingið ella fáa hendan teldupostin, til at strika hann, siga tey úr Politinum.
– Hevur onkur framt hesa flyting, mugu tey alt fyri eitt venda sær til sín peningastovn. Føroya Politi mælir samstundis øllum fyritøkum til at hava greiðar mannagongdir fyri uttanlandsflytingum, tí tað oftast er her, at teldusníkarnir lumpa fyritøkurnar, skrivar Politiið.