Tenn eru týdningarmiklar

Í Havn halda vit okkum hava heimsins bestu tannrøktartænastu fyri børn og ung. Vit stremba eisini eftir at hava heimsins bestu dagstovnar og fólkaskúla. 

 

 

 

Ein góð tannheilsa hevur ómetaligan týdning fyri dagligu vælveruna. Sum er hava vit eina ókeypis tænastu, til børnini gerast 18 ár. 

 

 

 

Hetta vilja vit hava løgtingið at broyta. Tenn eru týddningarmiklar. Júst sum kroppur og sálarheilsa. Tí halda vit, at skipanin við ókeypis tannrøkt til 18 ára aldur skal víðkast til eisini at fevna um ung millum 18 og 21 ár.

 

 

 

Soleiðis lofta vit eisini hópin av ungum og teirra foreldrum, sum eru rakt av fíggjarligari kreppu, eins og hetta er ein trygd og góður stuðul til tey ungu lesandi.

 

 

 

Heðin Mortensen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin