Tíðin er komin til at Demokratia takkar fyri seg

Eg eri sannførdur um, at allar nevndir og felagsskapir hugsa um og arbeiða fyri kynsumboðan.

 

Javnstøða, hvat er tað? Er málið rokkið tá ið 50/50 er í øllum viðurskiftum? Og skal tað einans avmarkast til kyn? Hvør skal gera av nær málið er rokkið? Spurningarnir eru endaleysir.

 

 

 

Javnrættur er altíð betri enn javnstøða.

 

 

 

Javnstøðumálið varð samtykt á Løgtingi í 2007, sum uppskot til samtyktar. Tjóðveldið átti uppskotið. Hurrá. Ella Norðurlandaráðið.

 

 

 

Vit mugu minnist hvussu samfelagið var skrúvað saman um aldarskiftið. Óli Breckmann atkvøddi fyri og Hendrik Old atkvøddi ímóti.

 

 

 

Endamálið við Demokratia er rokkið! Endamálið er ... „økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist.” Vit eru komin á mál. Tí er ikki neyðugt við Demokratia longur.

 

 

 

Somuleiðis hevði verið skilagott at umskipa Javnstøðunevndina. Nevndin er ein kærumyndugleiki, hví tað? Sjálvandi skal tann parturin heldur vera hjá Føroya Kærustovni.

 

 

 

Demokratia er á fíggjarlógini undir játtanini Javnstøðumál, har Javnstøðunevndin eisini er. Tilsamans 1,3 milliónir krónur. Henda upphæddin kundi heldur verið nýtt á barna- ella eldraøkinum.

 

 

 

Ólavur í Geil

 

Valevni fyri Miðflokkin