Tikin fyri at stjala rúsdrekka úr hjalli

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður hevði verið í einum hjalli í Havn

Løgreglan fekk eina so mikið góða lýsing av tjóvinum, at hann varð handtikin lítla løtu seinni og skuldsettur fyri stuldur.

Vaktleiðarin sigur, at av tí at hjallurin ikki var stongdur, so verður ikki talan um innbrot men um stuldur.

Talan var um mann, sum var kendur av løgregluni frammanundan.

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Hvalba. tað var ein bilur, sum kom eftir Nesvegi í Hvalba, sum ikki helt treytaleysa víkiskyldu og koyrdi út á Hvalbiarvegin. Vakthavandi sigur, at ábendingar eru um, at talan er um eitt hálkuóhapp. Báðir bilarnar vóru væl skøddir, og skaðin var ikki stórur.