Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at arbeitt verður við at fáa í lag ein fund við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Sambært Donald Trump hevur russiski forsetin víst á, at hann er sinnaður at hitta komandi amerikanska forsetan.
Útsøgnin kom, tá tíðindafólk hittu Donald Trump heima hjá honum í Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida.
- Putin, forseti, vil hitta meg, og hetta hevur hann eisini sagt alment. Vit mugu fáa ein enda á blóðuga krígnum, segði Donald Trump.
Hann fór ikki í smálutir við, nær ein fundur verður, og hann segði heldur einki um, hvat verður á skránni - uttan, at hann nevndi kríggið í Ukraina.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.