Tjóðveldi til reiðar við 12 valevnum

Øll tingfólkini uttan tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, stilla upp til fólkatingsvalið grundlógardagin

Tjóðveldi hevur í dag kunngjørt valskránna og valevnini til fólkatingsvalið 5.juni.

-Sjálvsavgerðarrætturin verður eitt av teimum evnum, sum vit fara at leggja stóran dent á at fáa Danmark at viðurkenna, sigur Høgni Hoydal, formaður í flokkinum og valevni.

Hann sigur, at Føroyar hava ongantíð verið so nær loysningini, sum nú, men at tað er neyðugt at hava eina frælsa rødd á Fólkatingi.

Tey sum stilla upp fyri flokkin til fólkatingsvalið eru:

Óluva Klettskarð

Annita á Fríðriksmørk

Magni Arge

Kristina Háfoss

Ingolf S. Olsen

Hervør Pálsdóttir

Poul Esper Hansen

Pauli Trond Peetersen

Sirið Stenberg

Høgni Hoydal

Katrin Kallsberg

 

Bjørt Samuelsen