Tjant á pall í Tøting

Leygarkvøldið 6. Juli spælir Tjant í Tøting í Gøtu.

 

Dyrnar lata upp kl. 19.30. EM landsdystur byrjar kl. 20.00, og konsertin við TJANT byrjar áleið kl. 22.00, skrivar Tónleikasamtakið Grót.

 

Tjant er tónleikaliga vegamótið millum tær ymisku tónleikaverkætlanirnar limirnir í bólkinum eru í um tað mundi talan mundi verið um. Fyri tíðina er tað elektroniskt og improviserað við tøkni. Síðstu árini hevur bólkurin nýtt tøknina sum grundarlag fyri improvisatiónum á palli. Hesar improvisatiónir eru so við og við blivnar til løg, sum nú aftur eru grundarlag fyri improvisatiónum á palli.

 

Heðin Ziska Davidsen (gittar, synths, elektronikkur)

Mikael Blak (bass, synths, elektronikkur)

Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur, elektronikkur)