Tjóðveldi ella persónligt maktspæl

Seinastu fýra árini hevur býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu blakað øll atlit í mun til fíggjarstýring fyri borð. Skuldin í Tórshavnar kommunu er hækkað 300 mió. kr. seinastu fýra árini. Harumframt verður sæð stórt uppá útbjóðing av byggiverkætlanum. Hesin býráðsmeiriluti - samansett av Javnaðarflokkinum og nú Kommunulistanum - hevur staðið fyri at broytt samtyktir fyri at ganga ørindi fyri idéríkar føroyingar í útlondum. Um røsku fólkini í miðbýnum ikki høvdu mótmælt, so hevði hugnaliga umhvørvið við Kongagøtu horvið. Karlamagnusarbreyt er eisini ein av teirra varðum. 

 

Oddamenninir eru nú súrir um, at tann eini hevur klipt fleiri snórar enn hin, og so hevur hin stovnað ein nýggjan lista (Kommunulistan). Hesin listi skal eitast at vera í andstøðu til tann politikkin, sum hesin persónur júst hevur staðið fyri. Sum maðurin segði og rullaði við eygunum: “eg meini tað”. 

Latið okkum frávelja persónligt maktspæl og heldur velja eina nýggja leið fyri Tórshavnar kommunu. Veljið eitt býráð fyri vanliga borgaran í kommununi. Veljið útbjóðing. Veljið raðfesting av kjarnuuppgávunum. Veljið Tjóðveldi. Veljið framtíðina.

 

Heidi Lava Elgeirsdóttir

Valevni fyri Tjóðveldi

 

##med2##