Tørvur er á meira gransking í Føroyum.

Ongantíð áður hevur so nógv vitan verið tøk sum í dag. Samstundis hevur tað ongantíð verið so trupult at vita, hvørjari vitan vit skulu lurta eftir. Tí hava vit tørv á sterkum vitanarstovnum, sum kunnu lýsa vegin framman fyri okkum.

 

 

 

Í ársfrágreiðingini frá Fróðskaparsetrinum bleiv víst á, at vísindalig gransking er avgerandi fyri, at framkomin samfeløg kunnu standa mát í longdini.

 

 

 

Vit standa sum samfelag frammanfyri nógvum stórum avbjóðingum. Heimurin fer at broytast orsakað av veðurlagsbroytingum. Vit hava tørv á einum grønum orkuskifti. Vit skulu endurnýggja og áhaldandi menna okkara vinnur. Tað fara at vera fleiri og fleiri eldri, sum hava tørv á ymsum sløgum av hjálp.

 

 

 

Hesar avbjóðingar kunnu vit vera við til at lyfta, um vit hava eitt sterkt granskingargrundarlag at byggja á.

 

 

 

Tað hevur ikki verið ein rík siðvenja at granska í Føroyum, men seinastu árini hava vit sæð eina gongd, har tað verður granskað meira og meira. Hesum eiga vit at stuðla.

 

 

 

Stuðulin til gransking frá landinum hevur staðið í stað í nógv ár. Stuðulin til gransking eigur at hækka.

 

 

 

Um eg verið valdur, fari eg at arbeiða fyri, at vit raðfesta og virðismeta gransking í nógv størri mun, enn vit gera í dag.

 

 

 

Marnar Fríðheim Kristiansen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin

 

Les frágreiðingina um tørvin á granskingarstørvum her: www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/arsfragreiding-torvur-er-a-granskingarstorvum/. Okkara politikarar eiga at raðfesta hetta øki hægri.