Stóra uppsjóvarskipið hjá Varðanum í Gøtu, Tróndur í Gøtu, liggur á Fuglafirði við maskinskaða.
Dávid Jacobsen frá Varðanum sigur, at tað er gearið, sum er farið. Hann sigur eisini, at teir í løtuni ikki vita, um til ber at fáa eykaltir til gearið, men tað hevur verið eitt sindur torført at fáa upplýsingar um páskahalguna.
Seinni í dag rokna teir tó við at vita meira um, hvussu langa tíð tað fer at taka at umvæla skaðan.
Tróndur í Gøtu hevur eins og hini føroysku uppsjóvartskipini roynt eftir svartkjafti.