Tríggir føroyingar vóru á listanum yvir tey 100 ríkastu í kongaríkinum í fjør. Á nýggja listanum eru tveir. Sosialurin hevur hugt í listan.
Teir tríggir føroyingarnir á listanum áttu í fjør virði fyri tilsamans 6,9 milliardir krónur. Nú er virði teirra sambært listanum, sum blaðið Økonomisk Ugebrev ger á hvørjum ári, 4,8 milliardir krónur. Tað merkir, at tey trý fólkini hava mist virði fyri 2,1 milliard krónur seinasta árið.
Í Sosialinum kanst tú eisini lesa um Anniku Wenningsted Jacobsen, sum er farin úr starvi sum eindarleiðari í barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu og nú er persónligur venjari og leiðari til liðvenjingar.
Lesið eisini alt um fótbóltslandsdystin í Albania mánakvøldið.
Lesið meira um tað í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum verður borin haldarum í dag – og sum haldarar kunnu lesa á netinum á www.sos.fo