Tað verður á almennum hátíðarhaldi í franska høvuðsstaðnum, París.
Sambært tíðindastovuni AFP skuldu upp til 40 heimsleiðarar luttaka í hátíðarhaldinum - teirra millum komandi forsetin í USA, Donald Trump, og forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
Tað var tann 15. apríl 2019, at kom eldur í dómkirkjuna. Eldurin varð sløktur dagin eftir, men hevði oyðilagt takið og forkirkjuna í dómkirkjuni.
Umvælingin av Notre Dame hevur kostað knappar 700 milliónir evrur - 5,2 milliardir krónur - og hundraðtals handverkarar og serfrøðingar hava verið partur av umvælingararbeiðinum.
##med2##
/Ritzau/