Tvey fólk lótu lív í arbeiðsvanlukku í Danmark

Vanlukkan hendi, tá ein silo á Flemløse Biogasanlæg, sum liggur uttan fyri Glamsbjerg á Fjóni, rapaði

Tvey fólk eru deyð, og fleiri hava fingið álvarsligar løstir, veit DR at siga í kvøld. Vanlukkan hendi, tá ein silo á einum biogassverki rapaði.

 

- Fleiri fólk hava fingið rættiliga álvarsligan skaða, og vit venda aftur, tá vit hava meira at siga um hendingina.

 

Tað sigur danska løgreglan á X, fyrrverandi Twitter, í kvøld.

Fleiri neyðsendarakfør komu á staðið eftir vanlukkuna, og tyrla var eisini til hjálpar.

 

Danskir miðlar vita at siga, at vanlukkan hendi á Flemløse Biogasanlæg, sum liggur uttan fyri Glamsbjerg á Fjóni.

 

Lagt verður aftrat, at biogassverkið stóð liðugt í 2020.