Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, hevur í dag vitjað ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Hann váttar, at innihaldið í avtaluni millum londini er komið upp á pláss.

Ukraina og Noreg samd um trygdaravtalu

Norski uttanríkisráðharrin sigur, at Noreg og Ukraina fara at skriva undir eina avtalu, sum grundfestir tætta trygdarpolitiska samstarvið millum londini.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, hevur í dag vitjað ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Hann váttar, at innihaldið í avtaluni millum londini er komið upp á pláss.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, hevur í dag vitjað ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, boðaði miðskeiðis í februar frá, at ein trygdaravtala millum londini var á trappuni.

 

Í dag váttar so norski uttanríkisráðharrin, at innihaldið í avtaluni er komið upp á pláss.

 

- Noreg tryggar Ukraina langtíðarhjálp, bæði hernaðarlga, politiska, búskaparliga og menniskjansliga hjálp.

 

Norski uttanríkisráðharrin sigur, at Noreg og Ukraina fara at skriva undir avtaluna, sum grundfestir tætta trygdarpolitiska samstarvið millum londini.

 

Ætlanin er, at trygdaravtalan skal undirskrivast næstu ferð, norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hittir ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Norska uttanríkisráðið sigur, at innihaldið í avtaluni verður ikki alment, fyrr enn avtalan millum londini er undirskrivað.

 

- Ukraina hevur seinastu mánaðirnar gjørt eina røð av trygdaravtalum við evropeisk lond, veit tíðindastovan NTB, at siga í dag.

 

 

 

 

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, hevur í dag vitjað ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Hann váttar, at innihaldið í avtaluni millum londini er komið upp á pláss.