- Russland isolerar seg og roynir at herða krígsførsluna í Ukraina, skrivar ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Mykhajlo Podoljak, á boðtænastuni, Telegram.

Ukraina: Russland roynir at herða kríggið

Varaforsætisráðharrin, Andrej Belousov, sum er útbúgvin innan fíggjarheimin, nú er settur sum nýggjur verjumálaráðharri í Russlandi.

- Russland isolerar seg og roynir at herða krígsførsluna í Ukraina, skrivar ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Mykhajlo Podoljak, á boðtænastuni, Telegram.

Broytingarnar í russisku stjórnini vísa, at Russland roynir at herða krígsførsluna í Ukraina.

 

Tað sigur ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Mykhajlo Podoljak. 

 

Hann heldur eisini, at Russland roynir at umeggja landsins búskap, so hann í størri mun tænir hernaðarligum endamálum.

 

- Russland isolerar seg og roynir at herða krígsførsluna, skrivar Mykhajlo Podoljak á boðtænastuni, Telegram.

 

Sunnudagin gjørdist tað greitt, at Vladimir Putin fer at skifta út leiðsluna í russiska verjumálaráðnum.

 

Varaforsætisráðharrin, 65 ára gamli, Andrej Belousov, sum er útbúgvin innan fíggjarheimin, nú er settur sum nýggjur verjumálaráðharri.

 

68 ára gamli, Sergej Sjojgu, sum hevur verið verjumálaráðharri síðan 2012, skal hereftir leiða russiska trygdarráðið.

 

Sameindi hjá Vladimir Putin, forseta, 72 ára gamli, Nikolaj Patrusjev, fær okkurt nýtt starv, sum miðlarnir enn ikki vita um at siga.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

- Russland isolerar seg og roynir at herða krígsførsluna í Ukraina, skrivar ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Mykhajlo Podoljak, á boðtænastuni, Telegram.