Ukraina setir revsitiltøk í verk móti Georgia

- Talan er um revsitiltøk móti pørtum av stjórnini - teimum, sum vilja lata Georgia upp í hendurnar á Vladimir Putin, sigur Volodymyr Zelenskyj

Ukraina setir nú revsitiltøk í verk móti nývalda forsætisráðharranum í Georgia, Bidzina Ivanisjvili.

 

Orsøkin er, at Ukraina heldur, at forsætisráðharrin í landinum er í ferð við at lata Georgia til Russlands.

 

Nývaldi forsætisráðharrin í Georgia hevur nevniliga kunngjørt, at tilgongdin hjá landinum til ES er løgd á ís.

 

Útsagnirnar hjá Bidzina Ivanisjvili hava ført til stór mótmæli í Georgia.

 

Í dag kunngjørdi so Ukraina, at landið fer at seta revsitiltøk í verk móti nýggja forsætisráðharranum og fleiri limum í stjórn hansara.

 

##med2##

 

- Talan er um revsitiltøk móti pørtum av stjórnini - teimum, sum vilja lata Georgia upp í hendurnar á Vladimir Putin.

 

Hetta sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært tíðindastovuni NTB í dag.

 

 

 

Bidzina Ivanisjvili er forsætisráðharri í Georgia