Umsíðir er havnin í Gaza til neyðhjálp klár

JERUSALEM: Amerikanskar deildir hava í gjár fest ta flótandi bryggjuna í eina strond í Gaza. Komandi dagarnar verður væntað, at ein størri nøgd av neyðhjálp hendavegin kann koma í land og inn í Gazageiran.

Tað var USA, sum í fyrstu syftu kom við uppskotinum um at gera eina fyribils havn, har neyðhjálp til Gazageiran kundi skipast í land. Í gjárkvøldið var arbeiðið liðugt. - Foto: U.s. Central Command/Reuters

Tað siga amerikanski og ísraelski herurin sambært tíðindastovuni AFP.

Kommandoeindin hjá USA, Centcom, upplýsir, at bryggjan »erkomin upp á pláss í øllum góðum«.

Ísraelski herurin sigur samstundis, at uppgávan er »fullførd«.

Væntandi koma umleið 500 tons av neyðhjálp næstu dagarnar hendanvegin til palestinsku økini, verður sagt.

/ritzau/