Unn Eldevig Petersen nýggjur stovnsleiðari á Kambsdali

Unn Eldevig Petersen er sett í starv sum stovnsleiðari á Dagstovninum og frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali

 

Fuglafjarðar kommuna boðar frá, at býráðið samtykti á fundi tann 28. Juni 2024 at seta Unn Eldevig Petersen í starv sum stovnsleiðara á dagstovninum og frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali. Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini. 

 

Unn Eldevig Petersen er 58 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Unn hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, og hevur síðani 2010 starvast sum stovnsleiðari hjá ávikavist Eiðis og Sunda kommunu.

 

Unn Eldevig Petersen byrjar í starvinum tann 1. august 2024.