Ukrainski herurin hevur tikið seg aftur úr pørtum av býnum, Tsjasiv Jar, har eysturi í Donetsk-regiónini í Ukraina.
Tað upplýsir ukrainska verjan í dag.
Talsmaðurin hjá verjuni, Nazar Volosjin, sigur, at russiska hjáveran í økinum hóttir lív og heilsu hjá ukrainsku herdeildunum í býnum.
- Tí halda vit tað vera rætt at rýma úr pørtum av býnum og taka okkum aftur til tryggari støðir, sigur hann.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiskar herdeildir í gjár fingu eftirlitið við einum øki í býnum.
Lagt verður aftrat, at Tsjasiv Jar er ein strategiskt týdningarmikil býur, ið líka sum liggur uppi á einari høvd í Donetsk-regiónini.
##med2##