Tað var ringt veður í gjár, og tað var vátaslettingur.
Kortini hættaðu faðir og sonur úr Singapor, sum eru í Føroyum, sær til gongu úr Tjørnuvík til Saksunar eftir varðagøtuni í gjár.
Ferðin hjá teimum byrjaði í Tjørnuvík stutt fyri middag, men tá teir høvdu gingið í einar tveir tímar, høvdu teir gingið seg fastar á varðagøtuni millum bygdirnar.
Tá var sýnið so vánaligt, at teir sóu ikki millum varðarnar, og tískil noyddust teir at biðja um hjálp at finna heim aftur til Tjørnuvíkar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at menninir kundu við gps'ara siga, hvar teir vóru staddir.
- Tað er eisini so heppið, at Sunda kommuna hevur talmerkt allar varðarnar, og tískil kundu vit fylgja teimum á ferðini aftur til Tjørnuvíkar.
Løgreglan sigur, at tá menninir nærkaðust bygdini í Tjørnuvík, rendu teir seg fastar í hamrinum oman fyri bygdina og fóru tá í eitt ból at kroka.
- Nú vóru fólk úr Tjørnuvík send niðan eftir teimum, og soleiðis vórðu teir hjálptir oman aftur í bygdina í øllum góðum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at menninir vóru rímiliga væl fyri, tá teir komu oman aftur, men hetta hevði verið teimum ein langur túrur.
- Teir vóru rennvátir og kaldir, tá teir komu oman aftur, og tá hevði túrurin hjá teimum eisini vart í einar sjey tímar, sigur løgreglan.