Ætlanin er, at almennu Føroyar fara á vitjan i Ísrael í mars.
Í løtuniu verður arbeitt við at fyrireika´feerðina. Tað er uttanríkisráðið, sum arbeiðir við ætlanini.
-Ferðin verður eftir ætlan í mars, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum.
Hann veit ikki heilt enn, hvussu ferðin verður løgd til rættis, men fólk í uttanríkisráðnum arbeiða við ætlanini.
-Eg veit, at tað er áhugi millum føroyskar fyritøkur um at sleppa við á ferðini. Persónliga havi eg fingið fyrispurning frá tveimum fyritøkum um at sleppa við til Ísrael, sigur landsstýrismaðurin.