Vaksandi prísvøkstur, vaksandi fíggjarligur ótryggleiki

Ein av orsøkunum til, at eg avgjørdi at stilla upp í ár, er vegna fíggjarligan ójavna í landinum. Í seinastuni hava fleiri merkt sviðan av prísvøkstri í landinum. Summi eru tó harðari rakt enn onnur. Vanligar gerandisvørur eru vorðnar so mikið dýrar, at familjur og einstaklinar mugu velja ímillum hita ella at fara mett í song!

 

 

 

Hetta eigur als ikki at koma uppá tal í einum vælferðarsamfelag í Føroyum. Tað eru fleiri ítøkilig tiltøk vit kunnu seta í verk fyri at hjálpa teim fíggjarliga sperdu. 


 

 

  1. Lønarlyft til lág- og miðallønt. 

     
  2. Skattalætta og hægri barnafrádrátt til lág- og miðallønt. 

     
  3. Tryggja fleiri leigubústaðir og lægri húsaleigur kring alt landið. Í dag er eftirspurningurin eftir bústøðum høgur og hetta elvir til at leigan gerst dýrari. Vit skulu byggja nógv fleiri bústaðir fyri sømiligan prís, soleiðis at familjur, pør og einstaklingar kunnu fáa tak yvir høvdið og samstundir hava pengar til mat o.a.

     
  4. Mvg av gerandisvørum. Við at taka mvg av gerandisvørum, sum breyð, mjólk, frukt og grønmeti, lættir tað um hjá familjum at fáa mat á borðið.

 

 

 

 

 

Breiðastu herðarnir lyfta tyngstu byrðirnar. Í dag er stóri prísvøksturin ein stór byrða, men við hesum málum, fáa vit í felag veitt eina hjálpandi hond til tey, ið treingja til.

 

 

 

Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.

 

 

 

X við Paul Kjartan Matras

 

X við Javnaðarflokkin